Tá kom nevniliga útróðrarbáturin Broddur inn á Miðvág – enn einaferð.
Báturin hevur áður verið heimahoyrandi í Vágum, og kallaðst hann tá bæði Broddur og Birtha. Nú er ætlanin at báturin skal setast í sín upprunaliga stand.
Heimasíðan hjá Jóanesi Nielsen í Sandavági skrivar, at nógv er at gera við bátin, áðrenn ein kemur so langt.
- Men sagt verður kortini, at skrokkurin er í góðum standi.