Í næstu viku fer Jacob Vestergaard, landstýrismaður í fiskivinnumálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at stovna ein grunn við 50 milliónum krónum, sum skal brúkast til at fíggja minstulønina til fiskimenn.
Hetta ger hann, nú samgongan hevur gjørt av, at hereftir skulu tað vera reiðararnir og manningarnar sjálvar, sum skulu betala minstulønina.
Fyri at geva teimum eina sámuliga byrjan, er ætlanin at stovna ein minstulønargrunn við 50 milliónum krónum í, sum skal verða stovnsfæ, nú partarnir sjálvir skulu umsita minstulønina.
Umframt grunnin, skal minst eitt prosent av samlaða avreiðingarvirðinum gjaldast í grunnin, hvørja ferð eitt skip hevur avreitt.
Síðani verður eitt stýrið sett, sum skal áseta inngjaldið í grunnin og tað verður so millum eitt og tvey prosent av avreiðingarvirðinum.
Í fyrstu syftu verður minstulønin úr grunninum tann sama, sum hon er í dag og tað verður so galdandi til stýrið er komið ásamt um, hvussu útgjaldið skal verða.
Hetta merkir so at arbeiðsbólkurin, sum varð settur at gera eitt uppskot um, hvussu minstulønin kundi leggjast undir reiðararnar og manningarfeløgini at umsita, vinnur ikki frama fyri sínum sjónarmiðjum.
Arbeiðsbólkurin mælir til, at landið skal seta minst 150 milliónir í grunnin í byrjunarstovnsfæi, umframt at 10 milliónir skulu setast av á fíggjarlógin hesi næstu fimm árini fyri at geva grunninum eina hampuliga byrjan.
Men landsstýrið heldur so, at 50 milliónir er nóg mikið.
Men harafturat gjørdi arbeiðsbólkurin greitt, at tað hevur avgerðandi týdning, at allar bindingar verða avtiknar, so at tað stendur skipunum frítt fyri at avreiða í Føroyum ella uttanlands og at fiskurin kann virkast umborð.
Tað er heldur ikki við í hesum umfarinum, men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at hetta eru spurningar, sum verða tiknir upp aftur so hvørt.