Seta 35 milliónir í ein eldrapakka í Havn

Tórshavnar býráð setir nú sjøtul á arbeiðið at útvega nýggj stovnspláss til eldri

Nú fer Tórshavnar býráð av álvara at seta sjøtul á at bøta um eldrarøktina í Kommununi.

Tað sæst, nú meirilutin hevur lagt uppskot til fíggjarætlan fyri næsta ár, fyri býráðið. Har eru nevniliga 35 milliónir krónur settar av til ein eldrapakka við tí endamáli at útvega fleiri nýggj stovnspláss.

 

Í hesum sambandi vera átta umlættingarpláss til fólk við demens gjørd á. Tað fer at kosta 120 millónir, men tá verður Tjarnargarður eitt slag av miðdepli við ymsum tilboðum fyri fólk við demens.

Men harumframt eru 25 milliónir krónur settar av til at byggja ein depil til umlætting og til  samdøgurs-endurvenjing.

 

Á deplinum verða 20 umlættingarpláss og 10 pláss til samdøgurs-endurvenjing og endamálið við tí er at bøta um tilboðini til tey eldru, sum búgva heima, og teirra avvarðandi.

 

– Hetta er ein roynd at nøkta ein bráðneyðugan tørv og ætlanin er, at depilin skal verða liðugur um eitt ár, sigur Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini hjá býráðnum.  

 

Men tá ið depilin er komin, kunnu verandi umlættingarpláss á Lágargarði, og á Boðanesheiminum, og tey samdøgurs-endurvenjingarplássini á Boðanesheiminum niðurleggjast, og flytast í depilin. Sostatt fáast níggju føst røktarpláss afturat, sigur Bergun Kass.

 

Og harafturat hevur meirilutin í býráðnum sett sær fyri at byggja eitt nýtt røktarheim. Í næstum skal byggiskráin gerast, og verkætlanina verður sett út í kortið, har tað verður staðfest, hvussu stórt tað skal vera.

 

Í hesum sambandi er eisini ætlanin at fara undir nakað nýtt, og tað er at byggja røktaríbúðir, sum eldri kunnu leiga, ið hava tørv á samdøgursrøkt, men sum kortini kunnu búgva í egnari íbúð.

 

Hetta er ikki roynt í Føroyum áður staðfestir Annika Olsen, borgarstjóri. Íbúðirnar fara at standa beint við síðuna av røktarheiminum, og hon sigur at ætlanin er at fáa aðrar partar at samstarva við kommununa um hesar eldravinarligu íbúðirnar. Her verður hugsað um Bústaðir, ella onkran annan.

 

Tað var eitt samt býráð, sum tók undir við hesi ætlanini.