Seta 10 milliónir av til íløgur við Margáir

Sunda kommuna væntar at nýggja ítróttarøkið í Margáir verður liðugt í 2019 ella 2020

Býráðið í Sunda kommunu hevur samtykt at betra um umstøðurnar við Margáir. Húsið verður útbygt og eisini verða umstøðurnar kring vøllin gjørdar betri. 

 

Í síðstu viku varð sáttmáli undirskrivaður við MPT Forskalling um stoyping í sambandi við afturatbygging at ítróttarhúsinum við Margáir.

 

Bygningurin verður 47x10metur stórur, 470m2 í tveimum hæddum. Venjingarmiðstøð verður í niðaru hæddini. Umstøðurnar hjá fótbóltsfelagnum EB-Streymi verða betri og eisini verður goymslurúm gjørt til útgerð ísambandi við vøllin.

 

Áskoðaraplássini verða væl fleiri og tá alt er liðugt verða øll áskoðaraplássini undir taki.

 

Fyri at vøllurin kann lúka krøvini til dystir hjá Betri deildini mugu nýggjar ljósmastrar setast upp. Í 2018 eru avsettar 4,1 milliónir á fíggjarætlanini til arbeiðið.

 

Ætlanin er at bygningurin og ítróttarøkið verður liðugt í 2019-2020 og tá alt er liðugt kemur íløgan at kosta kommununi áleið 10 milliónir.