Krabbameinsfelagið fer nú at skipa fyri nýggjum skeiði í listterapi fyri fólk, sum hava ella havt havt krabbamein. Skeiðið byrjar hósdagin 2. februar og hildið verður fram einaferð um vikuna - ella tilsamans 10 ferðir.
Skeiðsleiðari er Fía Lamhauge, sum er útbúgvin "life coach" og listterapeutur, og tað er Krabbameinsfelagið, sum stendur aftan fyri tiltakið.
Kundi tú hugsað tær at verið partur av lítlum bólki, har tú -
* Undir tagnaðarskyldu fær sett orð á tína støðu við fólk, sum skilja teg og kenna seg aftur í tí, tú hevur uppá hjartað?
* Ikki hevur fyri neyðini at taka atlit til tey, tú vanliga heldur teg skula verja fyri tínum innastu tankum og kenslum?
* Umframt prátið, fært møguleikan at úttrykkja teg við eitt nú tekning, máling ella skriving, og har tað er ein fyrimunur ikki at vera von/vanur við at úttrykkja teg kreativt?
* Ígjøgnum felagsprátið, kreativitetin, hugnan og nakað av undirvísing kanst fáa tað lættari í mun til tínar avbjóðingar?
Skeiðið í listterapi, sum Krabbameinsfelagið stendur aftan fyri, er ókeypis, og hevur verið gevandi fyri mong, sum áður hava luttikið.