Set Aalbæk ein spurning

Tú kanst eisini seta Peter Aalbæk ein spurning, tá ið hann verður gestur í sendingini Hvonn Live á Rás2 fríggjadagin Peter Aalbæk Jensen, sum er kendur sum tann eirindaleysi dómarin úr Talent sendingini, kemur nú til Føroya fyri fyrstu ferð.

 

Hann verður gestur í sendingini Hvonn Live á Rás2 fríggjadagin og fer at siga sína hugsan um talent, um Føroyar og um grindadráp. Peter Aalbæk Jensen fær eisini okkurt yvirraskilsi í sendingini.

 

Tú kanst eisini seta Peter Aalbæk ein spurning. Kom á Hvonn millum kl. 15 og 18 og set tín spurning - ella send teldupost við spurninginum til hvonn@ras2.fo