Landsstýrið og Løgtingið hava eftir øllum at døma ilt við at raka rætt, tá tað snýr seg um at játta pengar til serviðgerð uttanlands.
Á fíggjarlógini í fjør játtaði Løgtingið 135,3 milliónir krónur til serviðgerð á útlendskum sjúkrahúsum. Tað vísti seg at vera alt ov lítið, og Tingið noyddist at lata eina eykajáttan upp á 10,3 milliónir krónur. Men heldur ikki tann upphæddin rakk, tí tá saman um kom, mátti heilsumálaráðið staðfesta eina meirnýtslu, sum var 4,1 milliónir krónur. Sostatt endaði nýtslan uppi á 149,7 milliónum krónum ella 14,4 milliónir krónur oman fyri ta upprunaligu játtanina.
Hóast hetta hevur Løgtingið bert játtað 137,2 milliónir krónur til serviðgerðina í ár. Orsøkin er sambært heilsumálaráðnum, at virksemi er flutt frá serviðgerð uttanlands til viðgerð í Føroyum. Men í vikuni hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum upplýst, at við núverandi gongd fara sjey milliónir krónur at resta í til serviðgerð uttanlands í ár.
Ein orsøk er sambært landsstýrismanninum, at eindarprísurin fyri viðgerð á sjúktahúsum uttanlands er hækkaður.