Servaði skinklandi

Flogbóltur - Tað stóð nógv á Jan Ó. Ellingsgaard, tá hann í fimta setti brádliga gjørdist høvuðspersónur við nøkrum góðum servum, ið fingu ÍF fram um Mjølnir í evstu løtu

– Eg vildi heilt vist gjarna havt vunnið bæði skjótari og greið­ari. Og skuldi eg enntá serva síðstu bóltarnar. Har stóð og eg skinkl­aði og ivaðist í, um eg fór at fáa bóltarnar yvirum, men tað gjørdi eg tíbetur, segði Jan Ó. Ellingsgaard, ið servaði ÍF frá 10-12 upp á 14-12 í fimta setti, tá alt ann­ars sá svart út, tí Mjølnir var á veg ímóti sigrinum.
– Vit vóru skakaðir av klaks­víkingum, men komu sterkt aftur. At tað skuldu gerast fimm sett, var ikki so óvæntað, tí vit høvdu júst spælt ein fimmsettara ímóti teimum.
Júst FM-finalurnar er næsta avbjóðingin hjá ÍF, ið longu hevur sett seg á annan finalusessin:
– Vit ætla at vinna alt, so steypa­sigurin í dag er bara fyrsta stigið á leiðini. Vit eru væl fyri og okkum dámar eisini væl so­vorðnar dystir sum hendan, við fimm hørðum settum, sigur Jan.
– Og nú eru vit so vanir við tað, at skuldu tað blivið einar tvær ella tríggjar FM-finalur í fimm settum, klára vit eisini tað.