Lis Eklund í Niðristovu, Forkvinna í Javna
Vit í Javna fegnast um at landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálum hevur ógildað ætlanina hjá Serstovnadeildini um at niðurleggja bústovnin við Sundsveg. Á fundi við landsstýismannin fríggjadagin 22. september vísti umboð fyri Javna á, at henda flyting var eitt stórt afturstig. Seinastu árini er stórt arbeiði gjørt fyri at skapa fólki við menningartarni bústaðir í smærri eindum og undir heimligum umstøðum. Rákið innan økið hevur verið at sleppa undan, at fólk við menningartarni skulu búgva á stovnum sum Eirargarði. Tí er óskiljandi fyri okkum, at Serstovnadeildin í hesum førinum bakkaði eftir hæli og niðurlagar alt tað sum bygt er upp seinastu árini.
Serstovnadeildin hevur ein ógvuliga týðandi leiklut, tá tað kemur til at skapa fólki við menningartarni góð bústaðarviðurskifti og ein góðan og mennandi gerandisdag við tilboðum á vardum verkstøðum o.s.fr. Kortini hevur tað verið ógvuliga smáligt seinastu árini við frambrotum og menning á hesum økið. Eitt er, at ongin menning er, men at velja loysnir, sum farið varð frá fyri 10 árum síðan, er at náa botnin.
Tað er ongin ivi um, at alt økið sum umfatar sambýlir og bústovnar hevur tørv á eini eftirmeting, har hugt verður eftir um tey bústaðartilboð sum fólk við menningartarni hava eru í samsvar við tann tørv tey hava. Tí vilja vit mæla Serstovnadeildini til at fara undir eitt miðvíst arbeiði, har økið verður útgreinað og ætlanir lagdar fyri hvussu vit á bestan hátt skapa fólki við menningartarni góðar og virðiligar bústarðarkarmar. Um mett verður, at t.d. Sundsvegur ikki er hóskandi bústaður til tey, sum búgva har, er tað ábyrgdin hjá Serstovnadeildini at finna teimum ein betri bústað. Eirargarður er ikki ein loysn, sum kann góðtakast og tí eigur Serstovnadeildin antin at bøta um umstøðurnar við Sundsveg ella finna teimum ein nýggjan og betri bústað.
Vit vilja eisini vísa á at arbeiðshátturin hjá Serstovnadeildini í hesum málinum als ikki kann góðtakast. Avgerðin um at niðurleggja bústovnin við Sundsveg varð tikin uttan at ráðføra seg við leiðslu, starvsfólk ella avvarðandi, harumframt vóru heldur ongi atlit tikin til tey sum búgva á bústovninum. Hetta er rættuliga ódámligt og ber boð um vantandi virðing.
Tað er okkara vón at henda ætlan ongantíð aftur sær dagsins ljós og at Serstovnadeildin í framtíðini fer at brúka tíð og orku at betra um tey bústaðartilboð sum eru og leggja til rættis nýggjar og tíðarhóskandi bústaðir til fólk við menningartarni.