At skjóta haru er eitt vanligt frítíðarítriv nógva staðni í Føroyum.
Men ongastaðni verður farið so alvorliga til verka, sum í Trongisvági.
Fríggjadagin verða tað akkurát 120 ár síðani haruveiðan í Trongisvági varð løgd í púra fastar og serstakar karmar.
Tá varð Klappjaktin sett á stovn í Trongisvági við tí endamáli at savna menn at skjóta haru.
Hon livir enn sítt fríska lív og í dag er hesin felagsskapur helst sterkari enn nakrantíð.
- Eftir at hava leitað uppi og niðri hava vit funnið eina gamla grannastevnubók og har stendur, at tað var tann 17. februar 1892, at nakrir mans tóku seg saman og stovnaðu Klappjaktina, sigur Bergur Stórhamar, sum hevur gjørt nógv fyri at savna søguna hjá felagnum.
Í bókini standa eisini viðtøkurnar fyri klappjaktina og sum heild eru tær enn í gildi, men eru kortini lagaðar til, sum tíðirnar eru broyttar.
Akkurát hví talan varð um eitt felag, ið nevndist klappjakt, veit Bergur Stórhamar ikki við vissu.
Men hann heldur at trongisvágsingar, ið hava verið uttanlands, har klappjakt er væl kend, eru komnir heim við hugskotinum og tað hevur hingið við líka síðani.
Harutreff
Í sambandi við føðingardagin verður harutreff fríggjadagin ímillum klokkan 16 og 18 har høvi verður hitta núverandi og fyrrverandi harumenn afturvið einum kaffimunni og lagkøku.
Tað verður á vanliga savningarstaðnum í Syðrutoftum í Trongisvági.
Har fara tey eisini at greiða frá søgu felagsins.
Men hetta føðingardagsárið verða eisini onnur tiltøk, eitt nú leirdúgvuskjóting og barnaklappijakt.
Somuleiðis verður arbeitt við at reisa eina standmynd í Syðrutoftum.
17 skjúttar
Tað eru heilt fastir karmar fyr, hvussu nógvir skjúttar kunnu vera við í klappjaktini. Upprunaliga vóru 16 skjúttar, men síðani er ein komin afturat, so nú eru teir 17 mans, ein maður fyri hvørja mørk, teir hava at skjóta í.
Hvør skjútti hevur so ein ella tveir klapparar við sær, sum eru við sum berarar.
- Fleiri verða ikki við, so ongin nýggjur skjútti kemur upp í fyrrenn onkur leggur frá sær og letur harudagin frá sær.
Tá ið skjútti leggur frá sær, letur hann harudagin frá sær.
Sum oftast er tað ein sonur, sum tekur yvir, men harudagurin kann eisini latast øðrum.
Men undantøk verða eisini gjørd, tí er ongin í boði at fáa harudagin, verður tað tann klapparin, sum hevur verið flest ferðirnar við, sum fær harudagin.
Tað er onki, ið forðar konufólki at fáa harudagin, men tað er so ongantíð hent enn. Tó hevur ein ung genta einaferð verið við sum klappari.
Og tað er ikki av tilvild, at teir kalla tað harudagin, tí tað er bara tann eina dagin, teir skjóta haru.
Trygdin í hásæti
Í klappjaktini í Trongisvági verður nógv gjørt fyri at trygdin skal vera í hásæti.
Nakað síðani varð avgjørt, at allir skjúttar og klappar skulu vera í skríggjandi, appilsingulari húgvu fyri at síggjast so væl, sum gjørligt.
Teir fara eisini at gera eina trygdarreglugerð, har tað verður ásett, hvussu farast skal fram.
Ein áseting er, at tá ið maður við byrsu møtir øðrum manni, skal byrsan latast upp, men aðrar ásetingar verða eisini um, hvussu menn skulu bera seg at.
- Ætlanin er eisini, at skjúttar skulu upp til skjótiroynd, áðrenn tey sleppa at skjóta harur fyri at tryggja, at skjúttin er kunnugur við byrsu.
Ætlanin er eisini at skipa fyri leirdúgvuskjóting at venja menn at handfara byrsuna.
- Kanska fær onkur blóð upp á tonnina og fer víðari at kappast í skjóting.
- Byrsan er eitt vápn, sum skal handfarast við virðing og tað er ein hugburður, vit ætla at pota niður í skjúttar. Men samstundis er tað eisini ein sosial samvera, sum er stuttlig og hugnalig, sigur Bergur Stórhamar.









