Hvat hava Aretha Franklin, Madonna og Elvis Presley sum felagsnevnara?
Jú, dagurin í dag er serstakur. Ikki bara tí, at skúlarnir byrja aftur, og fleiri hava sín fyrsta skúladag.
Men eisini tí, at 16. august knýtur nakrar av heimsins stjørnum saman.
Í dag, 16. august 2018, andaðist Aretha Franklin, ein av størstu kvinnurøddunum innan soul tónleikin. Hon gjørdist 76 ára gomul, og hevur verið sjúk eina tíð, og hevur ikki verið á palli, síðani 2017.
í dag fyllir Madonna, eisini nevnd heimsins poppdrotning, 60 ár.
Madonna er í dag millum ríkastu kvinnur í tónleikaheiminum, og hon byrjaði heilt ung at ganga egnar leiðir. Frá byrjan gjørdi hon greitt, at hon ætlaði at gerast kend og rík, og fleiri hava havt á lofti, at tað vóru tað fleiri, ið ætlaðu sær í áttatiárunum, men ongin segði tað beinleiðis. Men tað gjørdi kvinnan, sum í áttatiárunum gjørdist poppdrotning, fyrimynd, og sum tá legði lunnar undir eina yrkisleið, sum lív er í enn.
Og tað var 16. august í 1977, at rock-kongurin, Elvis Presley, legði árarnar inn, bert 42 ára gamal. Tað eru sostatt í dag 41 ár síðani, at Elvis Presley andaðist.
Felagsnevnarin fyri hesar stóru stjørnur er sostatt, uppá gott og ilt, tann 16. august.