Serstakt dømi um gamla búseting

ENDURBYGGING Fríggjadagin var hátíðarhald í Koltri, tá verk­ætlanin at end­­ur­byggja býlingini Heima í Húsi var kom­in á mál

Tað er A. P. Møller grunnurin, sum eitur »A.P. Møller og Hus­tru Chastine Mc-Kinney Møll­ers Fond til almene Formaal«, sum hevur fíggjað verk­ætl­anina, ið hevur kost­að fimm milliónir krónur.
Til hátíðarhaldið fríggj­a­dag­in vóru fólk frá grunn­i­num hjá­stødd – eitt av hes­um um­­boðum var elsta dóttir Mærsk Mc-Kinney Møller, Leise Mærsk Mc-Kinney Møll­er. Eisini vóru umboð fyri løg­ting­ið, løg­mað­ur, lands­stýr­is­menn­i­nir í mentamálum og fiski­vinn­u­málum, Bjørn Kalsø og Jac­ob Vestergaard og flestu bý­ráðs­limir í Tórshavnar Kommunu við Heðini Mortensen borg­ar­stjóra á odda.
Hesin býlingurin í Koltri er heilt serstakur, ikki bara í Før­oyum, men í heila tikið, tí her hava vit ein gamlan bónd­a­garð varðveiddan við øllum teim­um húsum, úthúsum, neyst­um og øðrum, sum hoyrdu til ein slikan garð í farn­um tíðum.
Í Koltri vóru røður hildn­ar. Fyrstur var Bjørn Pat­urs­son, sum hevur ver­ið festari, Gunnar Hoy­dal, sum er formaður í Kolt­urs­grunn­in­um, sum stend­ur fyri verkætlanini, og lands­stýr­is­menn­i­nir Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø, og Heðin Mort­en­sen, borgarstjóri í Havn.
Leygardagin var aftur stórt há­tí­ð­ar­hald, tá oyggin var opin fyri al­menn­ing­in­um. Mett varð, at eini 1.200 til 1.500 fólk vóru í oynni hend­an dagin.
Tá flest fólk búðu í Koltri, vóru tey upp ímóti 50 í tali, og búðu tey á fýra gørðum. Ver­andi festari hevur sagt festið frá sær, og enn er ikki greitt, hvussu verður í framtíðini.

Serligar treytir um hús og teigalendi
Koltur er gomul bygd, sum helst stavar heilt frá landnámstíð. Bjørn Pat­urs­son, fyrrverandi bóndi, greiddi frá, at elstu skrivaðu keld­ur ganga aftur í 1500 talið. Tá vóru tvær búsetingar í oynni.
– Hetta var eitt gott stað at búgva, tí oyggin hevði nógv­ar góð­ar eg­in­leik­ar, her bar til at rógva út, at veiða fugl, her var seyður og neyt. Í 1800 talinum vóru seks familjur í oynni, greiddi Bjørn Patursson frá.
Men í 1980 var støðan aftur tann, at her vóru tveir bøndur eft­ir, og oyggin varð býtt í tvey festi. Í 1990 var eingin fast­búgv­andi í oynni, og nú var bara ein garður, og tá var tað, at fólk fóru at vísa oynni ans. For­n­grip­a­felagið vísti á­huga fyri bygn­ing­u­num, náttúrugripasavnið fyri nátt­úrini og eisini fólk frá Kunst­ak­a­de­m­i­iet í Danmark sýndu oynni áhuga. Tí varð farið und­ir at gera ein ætlan um at friða oynna.
– Men onnur vildu, at oygg­in skuldi festast aftur, og tað varð gjørt í 1994, greiddi Bjørn Patursson frá.
– Eg fekk tá at vita, at her vóru nakrar eyka treyt­ir við, sum snúðu seg um bygn­ing­ar­nar og um eyðkenda teiga­lend­ið. Vit livdu av seyð­ahaldi, neytahaldi og av ferð­a­vinnu, men hetta við varð­veit­ing­ini fylti meira og meira, og vit sóðu skjótt, at hetta var ov nógv fyri ein van­ligan bónda, so vit vendu okk­um til myndugleikarnar, og tí kom Koltursgrunnurin inn­í myndina, greiðir Bjørn Pat­urs­son frá.
Alt hetta endaði við, at stóra verkætlanin við A. P. Møll­er grunninum fór í gongd í 2008.

Endurskaptur áhugi fyri tí gamla
Gunnar Hoydal, arki­tekt­ur, er formaður í Kolt­urs­grunn­i­num. Hann greiddi frá, at nýggja tíðin við endurskapta á­huga­num fyri tí gamla, sum hevur ført til friðingina av oynni.
– Tað er trist, at fólk flyta av slíkum plássum, men tað er eins gleðiligt, at tað ber til at varðveita eitt so eina­stand­andi dømi um gamla bú­seting í Føroyum í 1000 ár, segði Gunnar Hoydal.
Hann greiddi síðani frá um ymsu tey bæði sethúsini og út­húsini Heima í Húsi.
– Vit kunnu í hesum bý­lingi spora okkum aftur til land­náms­hús, hesi elipsu­form­aðu hús frá víkingatíð, har stall­urin var partur av hús­ini til tess at halda hitan, har vit hava roykstovu við grúgvu og so seinni glas­stov­una, sum er frá nýggjari tíð, tá part­ur av grótvegginum varð rudd­aður burtur og nýggj­ar tilfari sum timbur og glas gjørdu tað møgulgt, at »síggja vatnrætt« út gjøgnum glugg­an. Tey vóru bara von við ljósið gjøgnum ljóðaran í erva, greiddi Gunnar Hoydal frá.
Tað serliga við býlinginum Heima í Húsi er, at øll úthúsini eisini eru varðveidd, og tað hava vit ikki aðrastaðni sam­bært Gunanri Hoydal.

­eirikur@sosialurin.fo