Serstakliga væl nøgdur borgarstjóri

- Hetta hevur avgjørt verið ein góð og innihaldsrík ólavsøka, og eg eri serstakliga væl nøgdur við so væl alt hepnaðist, tí tað hevur ein ørgrynna av fólki verið í sving, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri um ólavsøkuna.

Sonevnda Tórshjólið heldur hann hepnaðist serliga væl.

- Tað vóru langar bíðirøðir at sleppa í Tórshjólið, og tá tað fekk so góða móttøku, verður tað avgjørt nakað, sum vit fara at endurtaka komandi ár. Kanska bæði størri og betri, sigur Heðin Mortensen.

Ymsu tiltøkini lukkaðust eisini sera væl, og tað lat seg væl gera at flyta fólkið millum Skálatrøð og Vaglið, har stóru tiltøkini vóru.

- Tað gekk ógvuliga væl. Øll tiltøkini á Skálatrøð hepnaðust væl, og miðnáttarsangurin gekk sum altíð ógvuliga væl. Eg haldi ikki, at ólavsøkan kundi gingið betri enn hon gjørdi, og har hevur kommunan verið við til at gjørt karmarnar, men tað hava so sanniliga verið góð fólk eisini, at fylt karmarnar út, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.