Serstakliga friðaligt í nátt

Aftur í nátt ringdu fólk til løgregluna, tí tey høvdu illgruna um, at bilførari koyrdi við kenning

Løgreglan hevur havt eina serstakliga friðarliga nátt.

 

Nakað av fólkið hevur verið, helst á G festivalinum í Gøtu, men tað hevur løgreglan einki merkt til, sigur vakthavandi.

 

Men løgreglan sigur, at aftur í nátt ringdu fólk á støðina, tí tey høvdu illgruna um, at bilførari koyrdi við kenning, tí koyringin var so óstøðug og tey stúrdu fyri, at tað fór at verða ein galin endi.

 

Løgreglan sigur, at tey kannaðu málið, men at einki var at finnast at.

Tey siga, at tað hendir seg javnan, at fólk boða frá, at tey hava illgruna um bilførarar, sum koyra skít.

 

Ráiðið fyri Ferðslutrygd og løgregla hava fleiri ferðir heitt á fólk um at siga frá í slíkum førum, og í tí sambandi kannar løgreglan altíð málið. Men sum allaroftast vísir tað seg, at illgrunin er ógrundaður.

 

Talan er aloftast um fólk, sum sita og fonglast við eitthvørt, tey ikki áttu at fingist við ímeðan tey koyra, og tí verður koyringarlagið mangan óstøðug. Tað kann vera, at tey manøvrera við fløguspælaranum í bilinum, ella sita við fartelefonini og antin tosa, ella lesa og senda sms, og alt tað ávirkar evnini at koyra trygt, sigur løgreglan.