Sum nakað nýtt hevur KÍ í ár tikið avgerð um, at gera ein serstakan KÍ venjingarbólt til yngru deildirnar. Hetta verður gjørt í samstarvi við Sportmaster í Klaksvík. Í ár kemur tað at verða soleiðis, at hvør leikari, upp til og við smádreingir og -gentur, keypir sín egna KÍ venjingarbólt fyri kr. 200. Tvs. at leikarin sjálvur eigur bóltin og hevur hann við til hvørja venjing. Hetta hevur leingi verið eitt ynski frá venjarum, fyri at fáa skipað viðurskiftini við bóltunum betri. Við hvør sínum bólti hjá spælarunum verður eisini lættari hjá venjarunum at skipa venjingar, har einstaki spælarin hevur flest møguligar bóltnertingar.










