Eirikur Lindenskov
Serstaka byggiráðið fyri býlingin úti á Reyni í Havn hevur nú skipað seg. Í ráðnum sita Jórun í Dali, sum er forkvinna, Ovi Mortensen, býararkitektur, sum er skrivari og Símun Arge fornfrøðingur, ið er nevndarlimur.
Serstaka byggiráðið fyri Reyn hevur tríggjar limir, sum umboða ávikavist íbúgvarnar í býlinginum, Tórshavnar býráð og Føroya Landsstýri/Føroya Fornminnissavn.
Jórun í Dali umboðar íbúgvarnar, meðan hinir báðir umboða ávikavist Tórshavnar býráð og Føroya Fornminnissavn.
Serstaka byggiráðið hevur til uppgávu at vegleiða býráðið, tá mál verða viðgjørd, ið koma inn undir fyriskipanir í serstøku byggisamtykt nr. 4 fyri Tinganes og gomlu Havnina. Eisini skal ráðið serstakliga viðgera allar spurningar, ið hava samband við útsjónd húsanna, stendur í byggisamtyktini, sum er samtykt av Tórshavnar býráð 25. apríl 1972 og góðkend av landsstýrinum 25. mars 1973.
Serstaka byggiráðið skal samstundis hjálpa við leiðbeiningum tá onkur, sum vil byggja ella umvæla eina ogn, ið liggur innan fyri hesa byggisamtykt, leggur fyrispurningar fyri tað.
Hóast byggisamtyktin fyri Reyn hevur verið til í meira enn fjórðingsøld, hevur serstaka byggiráðið ikki virkað eftir ætlan øll hesi árini. Men fyri nøkrum árum síðani tóku íbúgvar stig til at endurreisa ráðið, og hesum tóku bæði Tórshavnar býráð og Fornminnissavnið undir við.
Fleiri byggimál hava seinastu tíðina verið, har íbúgvarnir hava verið misnøgdir við mannagongdina hjá Tórshavnar býráð, sum ikki hevur fylgt byggisamtyktini, sum t. d. tá Sersjantahúsini vórðu flutt út á Skúlareyn, og nú Tórshavnar býráð játtaði privatpersóni at byggja sethús á neystagrundina úti í Bakka. Hetta seinna málið varð steðgað í landsstýrinum, sum í slíkum føri skal jatta kommunum at avhenda almennar ognir. Fyrra málið varð trumfað ígjøgnum, hóast íbúgvarnir mótmæltu.
Nú ráðið er skipað. vænta íbúgvarnir, at ivaspurningar kunnu verða greiddir, áðrenn myndugleikarnir taka avgerðir. Teir vænta eisini, at hetta tryggar, at serstaka byggisamtyktin verður fylgd.










