Serstøk skrá á Fjarðastevnuni

Um vikuskiftið er Strendur vertur fyri ársins Fjarðastevnu.

Eitt stórt arbeiði er lagt í at gera skránna so áhugaverda sum tilber. Men er hetta so einfalt í hesum døgum, tá øll tosa um at bygdastevnurnar eru deyðar – og serliga, tá hon bara er fjórða hvørt ár á Strondum?! 

– Tað eru bæði vansar og fyrimunir við at hava eina stevnu fjórða hvørt ár, sigur Karis Justesen, sum samskipar tiltøkini á stevnuni. 

Fyrimunurin er, at ein kann ofra seg eitt sindur meiri, tá tað er so long tíð millum hvørja ferð. 

Hinvegin so kann verða neyðugt at “vinda seg eitt sindur í gongd”, tá so langt er ímillum. 

– Men tá er sagt, er tann størsti fyrimunurin helst, at ein hevur góða tíð at fyrireika seg ordiliga væl. Tá kann ein betri finna uppá okkurt nýtt, heldur enn altíð at detta aftur á tað sama, sigur Karis Justesen. 

Eitt sum kemur at sermerkja stevnuna í ár er at leygardagin er 07.07.07 – og tá fara helst mong í brúdleyp kring alt landið.