Serstøk páskavitjan úr Klaksvík

Á páskum vitja nógv fólk út á bygdirnar kring landið. Kalsoyggin er helst einki undantak í so máta.

Nú hava Pól Johannesen, trúboðari hjá Heimamissiónini og Øssur Kjølbro, missiónsleiðari hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum lagt ætlanir saman um at fara út í Kalsoynna um skírishalguna at hava møtir á Húsum og Mikladali.
Møtini byrja skírisaftan, tá ungdómsmøti verður í bygdarhúsinum á Húsum. Skírisdag verður møti í Mikladals kirkju og langafríggjadag er familjumøti á sama staði.
Tey, sum eru stødd á Kalsoynni um páskirnar fáa her møguleika at hoyra bæði talur, sangir, bíbliusøgur og vitnisburðar.