Serstøk nevnd til video-dómar

Aðalfundurin hjá FSF hevur áður umrøtt málið, og hendingin á Tvøroyri undirstrikar tørvin á hesum. Ein serstøk nevnd, sum bara arbeiðir við discipliner-málum eigur at verða stovnsett. Ongan tíð ov skjótt

Eftirmeting


Í kjalarvarrinum á hendingini á Tvøroyri, har alt endaði við leikbanni til tríggjar persónar, umframt at TB fekk eina bót, hevur tosið um eina sonevnda discipliner-nevnd aftur tikið seg upp.
                      Tá tosast skal um dómin, so er talan um ónøgd frá báðum pørtum í málinum. Bæði tí tey halda, at teirra spælarar hava fingið eina lutfalsliga harða revsing, og ikki minst tí tey halda, at revsingin ikki stendur mát, um sammett verður við aðrar hendingar, sum hava verið frammi í árinum.
 
Líka fyri Tór og Loka
Og tað er rætt, at video-upptøkurnar hava givið FSF ein møguleika, sum tó í sera lítið mát hevur verið n!ttur. Soleiðis var hendingin á Sevm!ri tann fyrsta yvirhøvur, har upptøkur hava verið n!ttar at máta revsingina út eftir. Og í so máta er leikbannið hjá Bergi Midjord søguligt, tí hann er fyrsti spælarin, sum hevur fingið leikbann, uttan at hava sæð reyða kortið frá dómaranum.
                      Tann, sum hevur sæð upptøkurnar av Sevm!ri, ivast helst heldur ikki í, at tað er fult í tráð við bæði heimildir og ætlaða praksis hjá kappingarnevndini, at B36-spælarin fekk leikbann í tveir dagar. Linjan, sum roynt hevur verið at hildið fast um, staðfestir nevnliga, at er talan um revsiverda hending, sum ikki hendir í beinleiðis spæli, so er talan um tveir daga leikbann.
                      Tí er tað ikki hetta, sum er trupulleikin. Hann er heldur, at tað at kalla hvørja viku hava verið tilburðir at sæð í sjónvarpssendingum, har talan hevur verið um sjónleik, sum ikki minnir serliga nógv um góðan ítróttaranda. Og har talan í ávísum førum eisini hevur verið um hendingar, sum helst høvdu borið reyð kort við sær, um dómarin hevði sæð tær. Somuleiðis er í einstøkum førum talan um beinleiðis skeivar lógartulkingar, sum tó ikki eru endaðar á borðinum hjá Kappingarnevndini.
                      Essensurin - hornasteinurin - í hesum er sum so, at skulu video-upptøkur kunnu n!tast til at døma spælara, sum annars ikki er dømdur av dómaranum, so eigur hetta at verða gjørt konsekvent. Tað vil við øðrum orðum siga, at sjónbandsupptøkur av øllum fimm dystunum í bestu deildini skulu eftirhyggjast hvørja viku. Kanska ikki soleiðis, at nevndin hyggur hvønn dystin á tamb, men antin dómari ella eygleiðari eiga at vita, nær eitt hvørt er farið fram. Eisini hendingar, sum hava skapt rok, uttan at dómarin hevur sæð orsøkina til hetta. Og síðani ger av í hvørjum føri sær, um talan er um hendingar, sum skulu hava avleiðingar. Ella hinvegin, um okkurt kortið er givið av misgávum.
 
Arbeiðsbyrðan ov stór
Bjarki Mohr er formaður í kappingarnevndini, og hann er ikki í iva, tá vit nevna møguleikan um eina nevnd, sum burtur av hevur hetta sum arbeiðsøki.
                      - Tað haldi eg vera eitt fínt hugskot, sum í hvussu so er hevði gjørt okkara tilveru nakað nógv lættari, sigur hann flenanndi.
                      - Málið hevur verið uppi og vent áður, og hatta er eisini nakað, sum hevur verið tosað um seinasta hálva annað árið ella so. Trupulleikin hjá okkum í Kappingarnevndini er partvíst, at vit ikki hava nakran møguleika at fylgja tingunum nóg væl upp í so máta. Skuldu vit hugt eftir øllum slíkum hendingum á sjónbandi, so gjørdu vit nær sagt ikki annað, og so kann nevndin í øllum førum ikki virka sum kappingarnevnd.
                      - Tí haldi eg, at tað avgjørt er nakað, sum vit eiga at miðja eftir í so máta. Og eftir míni fatan skuldi talan so verið um eina nevnd av persónum, sum eru valdir eftir einum ávísum leisti. Á leið á sama hátt sum dómsnevndin, har vit hava nakrar greiðar reglur fyri, hvørjar fakligar førleikar vit vilja hava í nevndini. Og har nevndarlimirnir á tann hátt eru leysir av aðalfundinum.
                      Við hesum seinasta verður helst eisini sipað til tann veruleika, at limir í kappingarnevndini ofta hava tilkn!ti til ávís feløg, og kanska eisini hugsa ov nógv í øðrum banum enn bara teimum juridisku. Eru persónar, sum hava aðrar førleikar enn akkurát teir, sum snúgva seg um fótbólt, so kann teirra støða í ávísum førum vera munandi meira uttanveltað og tí meira vatntøtt, at kalla. Og hartil vildi limirnir ikki verið undir »tr!sti«, skilt soleiðis, at teir ikki skulu hugsa um, at teir skulu veljast á næsta aðalfundi. Hetta seinasta skal tó ikki misskiljast, tí tað er neyvan so, at limirnir í nevndini sum er renna fótbóltspolitisk ørindi, men bara tað at illgrunin onkra tíð kann kveikjast, er í sjálvum sær eisini eitt argument fyri at broyta skipanina.
 
Krevur orku og pening
Skal ein slík skipan gerast veruleiki, so er tó greitt, at hetta krevur fer at krevja bæði orku og pening.
                      Hetta tykist Bjarki Mohr eisini at vera greiður um, hann tykist vera sannførdur um, at ein slík nevnd átti at verið partur av umsitingarliga partinum av FSF.
                      - Tað hongur sum so saman við tí, sum eg longu havi sagt. Skal konsekvensurin verða hildin í eitt nú video-upptøkum, so krevur tað, at allir dystir verða eftirhugdir. Og ikki bara teir, har okkurt heilt óvanligt fer fram. Tað krevur so aftur, at ein nevnd verður sett og lønt av fótbóltssambandinum. Og tað krevur eisini, at nevndin hevur nakrar púrasta greiðar umsitingarligar mannagongdir at ganga eftir. Og fyri at loysa hesa frá nevndararbeiðinum annars, vildi tað eisini verið rætt, um hendan nevndin var partur av dagligu umstingini hjá FSF, staðfestir formaðurin í kappingarnevndini at enda.