Serskøltar í nýggjum filmi

Beavis and Butthead vóru tveir serskøltar í eini teknirøð á MTV í 1990’unum.

Seinni vóru teir eisini við í einum spælifilmi. Nú ætlar maðurin, sum kom við hugskotinum um Beavis and Butthead at gera ein nýggjan film, og hesaferð skulu veruligir sjónleikarar spæla teir báðir løgnu tannáringarnir við áhuga fyri tónleiki.