CASK er eitt nýtt serbryggj frá Føroya Bjór, ið er lagrað í meira enn eitt hálvt ár á amerkonskum Bourbon føtum úr Tennessee og sponskum Sherry føtum frá Jerez.
Sambært Føroya Bjór, so hevur CASK ein serstakan kompleksan smakk, við ráka av eik, vanilju og karamell og kann njótast til serligar løtur, sum ein aperrtif áðrenn máltíðina, ella sum ein dessert oman á eina góða máltíð.
– Hetta er fyrsta ferðin í nýggjari tíð, at vit hava lagrað øl á føtum. Seinast vit lagraðu øl á føtum var á gamla bryggjarínum í 1951, so hetta er sera spennandi, sigur Annika Waag, góðsku- og framleiðsluleiðari á Føroya Bjór.
CASK er framleitt í avmarkari nøgd og fæst í 750 ml fløskum – og fæst bæði í 5,8% vol og 8,5 % vol.