Eitt av sermerktu upplivilsunum á G! festivalinum í ár, er tann sermerkta matstovan, sum liggur og flýtur á Gøtuvág.
Góðmetismatstovan, Áarstova, í Havn, hevur fingið sær mentanarsøguliga skipið av Tvøroyri, Thorshavn, norður á Gøtu og seinnapartin varð tað lagt fyri akker á víkini.
Har hava tey riggað eina matstovu til og í alt kvøld, og í allan morgin, fer kokkurin á Áarstovu, Johan Joensen, at borðreiða við einum betri bita til festivalgestir, sum vilja royna nakað sermerkt.
Hugin Reistrup, sum stendur fyri tiltakinum sigur, at hetta var eitt tiltak, sum hevur hepnast væl.
Næstan øll plássini eru bíløgd, men í morgin eru nøkur fá eftir.
- Tað er merkiliga gott pláss umborð á Thorshavnog 14 fólk fáa akkurát sum einki sitið til borðs ísenn, sigur hann.
Hann sigur, at tey hava roknað tveir tímar upp á hvønn borðgangin, men bæði áðrenn farið verður til borðs, og aftan á, ber til at sita á dekkinum og fáa sær okkurt leskiligt úr barrini.
- Lagið er gott og beint nú er felgssangur og sera gott lag í messuni, sigur Hugin Reistrup.
Árabátur førir fólk aftur og fram, og í morgin byrja tey longu á klokkan 13 og halda, heilt til klokkan 23, og, sum sagt, kemur nýggjur borðgangur umborð annanhvønn tíma.
Sí fleiri myndir í myndasavninum longur niðri á síðuni.










