Tað var songkvinnan Annika Hoydal, ið fekk handað Ársins tónleikaheiður á ársins FMA í Norðurlandahúsinum.
Annika Hoydal hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í eina hálva øld sum sangari, sangskrivari og tónasmiður, fyrst í Harkaliðnum og seinni á egnum beinum, og hevur hon givið út eina ørgrynnu av verkum.
Tað seinasta var fløgan var Endurljóð, ið hon gav út saman við beiggja sínum Gunnar Hoydal, í november í samband við sín 70 ára føðingardag.
Í 2015 varð heiðurin latin Ólavi Hátun og í 2014 móttók Simme tónleikaheiðurin.