Serligur dagur í Oyndarfirði

Leygardagin verður Oyndradagurin 2011 hildin í Oyndarfirði.

Byrjað verður kl. 14 við at borgarstjórin, Magnus Rasmussen setur dagin í skúlagarðinum. Eftir hetta fer Eilif Petersen at siga eina søgu um seyðatjóvar uppi í haganum.

Á skránni eru annars tiltøk á vøllinum, súkklukapping, skjótkast, kúluvarp, eins og fólk koma sama til eitt grill-party kl. 18.

Seinni um kvøldið fer Sámal Ravnsfjall at syngja, og eftir tað sleppa fólk sjálvi at syngja.

Endað verður á midnátt við midnáttarrøðu við Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara í Runavíkar kommunu, og síðani spælir Blátt til dans.