Tað var ein serstakur dagur hjá 67 ára gomlu donsku kvinnuni, Elsebeth Grube Andersen, tá hon var í serstaka Blóðbussinum hjá Bloddonorunum í Danmark í januar mánaði í ár á seinasta sinni.
Hendingin fór fram 11. januar í ár ella rættari sagt: 11.1.11. Men ikki nóg mikið við tað:
Tá Elsebeth av tilvild hugdi eftir klokkuni, tá hon fylti út spurnarblaðið, vísti klokkan 11.11.
Meiri sjáldsamt bleiv tað við øllum 1-tølunum, tá eitt av starvsfólkunum brádliga segði: Jamen, hetta er jú tapping tín nummar 111.
Hetta var samstundis seinasta tappingin hjá teirri 67 ára gomlu kvinnuni, sum á henda hátt fekk eina talríka uppliving.