Serligt tónleikatiltak í Norðurlandahúsinum

Tónlistarligir fyrilestrar og framførslur við Gundy Keller og Søren Kepler eru á skránni Serliga tiltakið við Gundy Keller, sum er úr Týsklandi og Søren Kepler, sum er úr Danmark byrjar í kvøld klokkan 18 í Norðurlandahúsinum, og er talan um ókeypis atgongd.

 

Gundy Keller og Søren Kepler bjóða til eina sonevnda tónleika-clinic, har teir fara at borðreiða við tí seinastu nýggju tøknini innan gittarar og el-trummur.

 

Gundy Keller hevur arbeitt, sum freelance yrkis-guitarleikari og framleiðslumennari fyri Roland/BOSS síðani 1985. Mong hava hoyrt hann spælt á stórum framleiðslumessum, bæði í Frankfurt og í Kalifornia. Gundy Keller hevur eisini arbeitt við gittar-synthesizarunum hjá Roland, sum nevnast ?Virtual guitar system?, umframt BOSS pedalir.

 

Gundy Keller arbeiðar eisini í sínum egna studio, sum nevnist ?A-Town Recordings?, har

nógv orkestur og tónleikarar hava workshops i guitarljóði.

 

Søren Kepler hevur verið yrkistónleikari í tónleikavinnuni, síðani 1994, har hann hevur givið nógva frálæru á sonevndum tónleika-clinics. Hann hevur tikið útbúgving á Nordjysk Musikkonservatorium, og hevur samstarvað við Drumtech í London, og hann hevur eisini samstarvið saman við við amerikonskum trummusláarum úr Los Angeles - teirra millum Dave Weckl, Virgil Donati, Chad Wackerman. Søren Kepler hevur havt nógvar Roland-V tónleika-clinics á ymsum tónleikamessum í Danmark.

 

Ì kvøld klokkan 18 býðst so høvið hjá føroyskum tónleikarum og tónleikaáhugaðum at koma niðan í Norðurlandahúsið og hoyra og uppliva Gundy Keller og Søren Kepler.