In.fo hevur sett fleiri ymiskum fólki stevnu, nú 2018 syngur sitt seinasta vers, og vit hyggja inn í eitt nýtt ár. Eirikur í Jákupsstovu, nýggi Vinnu- og Mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu svarar spurningunum her:
Hvussu var 2018 fyri teg?
Fyri meg og mína nærmastu familju hevur 2018 verið eitt heilt gott ár. Tað hava verið nøkur skift. Postnummarið er blivið 600 betri, nú vit eru flutt frá 100 til 700, samstundis sum øll familjan er fallin væl til í Klaksvík eisini. Góða starvið við dugnaligu og dámligu starvsfeløgunum í Betri Trygging verður hartil fyrsta dagin skift út við kommununa, har eg uttan at vera byrjaður, longu kenni meg sera vælkomnan til spennandi uppgávur. Tá eg minnist aftur á farna árið fái eg næstan hvørt ár tankan um, hvussu nógva destruktiva dagliga ónøgd eg havi havt um svarta onki. Soleiðis er eisini í ár. Av røttum skuldi eg ikki verið nakað annað enn takksamur, nøgdur og errin.
Hvat var besta upplivingin í 2018?
Skal eg velja ein persónliga reint egoistiska løtu, sum var serliga minningarrík, so var tað á Doktaragrund á ólavsøku, har eg helt eina røðu. Eg eri av natúr sterkt móttakiligur fyri rósi, og tað fekk eg ov mikið av ta løtuna. Hugsa vit um okkurt við týdningarmeiri og djypri virði, so havi eg havt ótrúliga nógvar løtur, har eg nærmast ikki havi kunnað rúmað, hvussu errin eg havi verið av børnunum og konuni.
Hvat var keðiligasta uppliving í 2018?
Eg minnist ikki nakra uppliving gjøgnum árið, sum fyri meg persónliga hevur verið serliga ring ella keðilig. Men gjøgnum árið eru óvanliga nógv fólk, sum eg haldi nógv av og síggi upp til, hart rakt. Hetta hevur fylt nógv í mínari tilvitsku gjøgnum árið, saman við tankanum um, at óansæð um fólk gera øll tey røttu tingini, so kann lagnan brádliga vilja nakað heilt annað. Eg havi heldur ikki dugað nóg væl at hjálpt til og fortalt, at eg havi følt við teimum.
Hvat var mest umráðandi lærdómurin í 2018?
Týdningarmesti lærdómurin er nokk, at tað er so serstakliga nógv, sum vit onga ávirkan hava á, bæði positivt og negativt. Samstundis havi eg eisini viðgingið, at ansi eg ikki betri eftir mær sjálvum, so fái eg helst eitt styttri lív enn fyritreytirnar, sum eg eri vælsignaður við, leggja upp til.
Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2019?
Eg havi nógv mál fyri 2019, men alt kann helst skerast niður eina grundleggjandi tankagongd, sum skal vera við í øllum: At vera eyðmjúkur, ágrýtin, tolin og takksamur í øllum, sum eg fáist við.