Heilt serlig trygdartiltøk eru sett í verk, nú russiski forsetin, Vladimir Putin, fer at halda røðu í dag.
Talan er um árliga fíggjarforumið - SPIEF - sum verður hildið í Santa Pætursborg, og her fer russiski forsetin á pallin.
Russiska tíðindastovan Tass ber tíðindini um trygdartiltøkini, og tað er tíðindastovan Reuters sum endurgevur.
- Tað eru strond trygdartiltøk uttan líka, sigur talsmaðurin hjá russiska forsetanum, Dmitrij Peskov, við tíðindastovuna Tass.
Talan hjá Vladimir Putin, forseta, á sama tiltaki fyri einum ári síðan varð seinkað hálvan annan tíma vegna hakkaraálop.
Talsmaðurin sigur í dag, at "... fíggindin er ósmæðin og djarvur".
- Fíggindin roynir at gera skaða, og tí er serstakliga týdningarmikið at vera á varðhaldi og taka øll fyrivarni, sigur Dmitrij Peskov.
##med2##











