Serlig stuðulsvika fyri "Logos Hope"

(Ljóðsamrøða) Í OM-Føroyum vóna tey, at skipið, sum varð gamla "Norrøna" fær nógvar oljustuðlar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Jóhan Petur Johannesen, virkandi landsleiðara í OM-Føroyum, sum greiðir frá tvørkirkjuligu stuðulsvikuni, sum verður fyri OM-skipinum, "Logos Hope", sum í sínari tíð varð gamla "Norrøna".

 

Stuðulstiltøkini, sum verða í ymiskum missiónshúsum og samkomuhúsum kring landi hava til endamáls at fáa fleiri fólk at tekna seg at stuðla Logos Hope at fíggja oljuna, sum krevst fyri, at Logos Hope kann sigla víða kring heimin, og røkka mongum havnum.

 

Jóhan Petur Johannesen vónar, at føroyingar í stórum tali fara at tekna seg, sum oljustuðlar hjá Logos Hope. Jóhan Petur staðfestir, at fleiri føroyingar frá ymiskum samkomum og kirkjuliðum hava siglt, og sigla við Logos Hope.

 

Umboð fyri OM-Ships fara eisini at vitja í Føroyum meðan stuðulsvikan er.