Serlig Kára P. útgáva

Tvær heilt serligar útgávur við Kára P kunnu hoyrast í Havn í kvøld

Í 1970 og í 1972 góvu Kári P. og Per Debess tvær út tvær plátur. Tann fyrra eitur ”Bláa húsið og aðrir sangir” og tann seinna ”Mítt í eini meining”. Hesar eru ikki longur til keyps nakrastaðni, men eru tó at finna á hendinga plátusøvnum.


Í kvøld verður høvi hjá almenninginum at hoyra hesar báðar útgávur, tí Sirkus í Vágsbotni í Havn fer at spæla báðar tvær á serligum tiltaki rópt Gullskjáttan.


Fyriskipararnir boða umvegis Facebook frá, at talan verður um afturvendandi tiltak, har tey fara at spæla gamlar føroyskar útgávur, sum ikk ella næstan ikki fáast longur.


Og fyrsta Gullskjáttan verður við tveimum útgávum eftir Kára P. og Per Debess í kvøld klokkan 21.00.


Benjamin Petersen fer at presentera útgávurnar, sum Sirkus hevur lænt frá Kára P.