Hesa vikuna fara Árni Gregersen og Petur Zachariassen at hava eina beinleiðis sending á Rás2, sum teir kalla: "Bíða eitt bil".
Nú ein tann strævnasta tíðin á árinum er og jólaresið er í hæddini, fara teir báðir at práta við fólk júst um jólini í hugnaligum umhvørvi.
Talan verður um tríggjar sendingar og allar verða sendar beinleiðis. Byrjað verður ídag kl. 14 har prátað verður við m.a. Hermund Zachariassen um hansara fyrstu jól. Tað serstaka við Hermundi er at hann er deyvur, men hevur frúuna Sólbjørg við sum tulk.
Eisini verður prátað um jólaklæðir og vit fáa eitt orð á Birgir Andreasen eisini. Hinar sendingarnar verða hósdagin klokkan 15 har sent verður úr Visit Tórshavn og tosað verður m.a. við Súsonnu Sondum. Fíggjadagin kl. 14. verður so seinasta sending og verður hon send úr SMS har m.a. Jógvan Zachariassen fer at hugleiða um jólini. Eisini fer Jens Marni Hansen at syngja.
Eisini vitjar Katrina í Geil ídag.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 98,7 og á FM 95,9.