Leygardagin 26. januar skipar fótbóltsvenjarafelagið fyri einari serligari fótbóltskapping í Gundadali.
Kappingin fer fram á bæði ovara og niðara vølli í Gundadali. Kappast verður við 12 liðum, 4 í hvørjum bólki. Leiktíðin er 1 x 35 min.
9 vodafonelið og trý 1. deildarlið fara at taka lut í kappingini. Liðini, sum at taka lut í fótbóltskappingini eru : EB/Streymur, ÍF, HB, KÍ, Víkingur, NSÍ, B36, FC Suðuroy , B68, AB, B71 og HB 1. deild.
Ì bólki A, sum spælir millum klokkan 10.15 og 12.15 verða AB, ÍF, EB/Streymur og HB.
Í bólki B, sum spælir millum klokkan 12.30 og 14.15 verða KÍ, NSÍ, B36 og Víkingur.
Í bólki C, sum spælir millum klokkan 14.30 og 16.25 verða B68, B71, FC Suðuroy og HB 1. deild.
Teir tríggir bólkavinnararnir og besti tveyarin koma í hálvfinalurnar, sum verða spældar samstundis á ovara og niðari vølli klokkan 16.30.
Klokkan 17.10 verður finalan spæld á ovara vølli.
Morgunsendingin hjá Rás2 tosaði við Frankie Jensen frá fótbóltsvenjarafelagnum í morgun, har hann greiddi frá hesi serligu fótbóltskappingini, sum á fyrsta sinni verður roynd komandi vikuskiftið.
Tað ber til at hoyra prátið við Frankie Jensen undir greinini.