Coronavirusið hevur nú fingið fastartøkur í ávísum økjum í Italia. Tað hevur gjørt, at Seria A hevur útsett tríggjar dystir um vikuskiftið. Hartil eru 42 dystir í lægri deildunum útsettir, tí vandi er fyri at smittan breiðir seg.
Í gjár bleiv dysturin millum Inter og Sampdoria útsettur. Í dag koma boð frá Seriu A, at dystirnir Atalanta-Sassuolo og Verona-Cagliari eisini eru útsettir. Tað er italskir mynduleikar, sum hava givið boð um, at allir dystir og øll ítróttartiltøk í ávísum økjum, so sum Milano og Bergamo, skulu útsetast.
Eitt nú er landskappingin í fótbólti í Kina útsett, Formula 1 hevur útsett Grand Prix koyringina í Shanghai og nú byrjar coronavirusið at ávirka ítróttartiltøkini í Evropa. Coronavirusið hevur kostað tveimum fólkum lívið í Italia.