Jógvan Skorheim, løgtingsmaður hjá Sjálvstýrisflokkinum hartar Miðflokkin fyri at hava atkvøtt fyri uppskotinum hjá minnilutanum um uppboðssøluna av makreli.
- Tað er ikki sørt undarligt, at Miðflokkurin brúkar eina uppboðsølu til kardinalpunkt, havandi í huga hvussu stórur partur varð seldur av landinum í fjør. Miðflokkurin brúkti nógva orku uppá at fortelja Føroya fólki undan valinum, at vit skulu framleiða okkum burturúr kreppuni, og at føroyskar hendur skulu aftur til arbeiðis. Við hesum uppskotinum heldur hann tíverri ikki orð.
- Harafturat er makrelbólkurin, sum formaðurin í Miðflokkinum sat í, komin við einum uppskoti uttan nakra uppboðsølu. Tískil undrar tað meg, at hann kundi taka undir við tí tá, men nú er tað eitt kardinalpukt, sigur Jógvan Skorheim.
-Eg eri uppvaksin við, at halda gjørdar avtalur, og í einari samgongu er tað avgerandi, at allir samgongulimir megna hendan kunstin, sum skuldi verið ein sjálvfylgja.