Sergreinin hjá Sundabátinum er spurturin

Enn eina ferð megnaðu meistararnir at gera tað gott aftur, eftir at starturin ikki hevði verið nakað at reypa av

Tað tykist vera vorðin sergrein hjá sundamonnum. Eftir vánaligan start og trilvandi fyrra part av róðrarteininum, megnaðu teir enn eina ferð í rúkandi og sannførandi endaspurti at leggja allar hinir aftur um seg og á málinum at hava avgerandi marginalirnar á sínari síðu.
- Allir eru í góðari venjing. Tað er uppi í høvdinum, at tað verður gjørt av, hvør vinnur, og serliga hvør ikki vinnur, tók ein royndur rógvari til undan Ólavsøkuni.
Teir umborð á Sundabátinum undirstrikaðu í ólavsøkuróðrinum sannleikan í hesum orðunum. Tað tóktist sum um, at stálsetti viljin hjá teimum um, at tað átti og skuldi bera til, hevði árin. Ikki bara á teir sjálvar, men eisini á manningarnar umborð á hinum bátunum. Tær tóku sjálvandi tað á, sum tær orkaðu og megnaðu. Men eingin teirra megnaði at fáa bilbukt við Sundabátin. Enn eina ferð verður teimum ynstk tillukku við FM sigrinum og eisini við sigrinum á Ólavsøku.
Hetta var fyrsta ferðin, at ein bátur hjá róðrarfelagnum í Norðdepli og Hvannasundi vann meistaraskapin, síðani tað í 1973 farið varð undir FM kappingar av hesum slagnum.
- Hvussu tað verður næsta ár, ber sjálvandi einki at siga um enn. Tað valdast bæði um manningina á okkara báti og um hinar manningarnar. Men vit rokna avgjørt við, at okkara bátur verður mannaður næsta ár, siga teir norðuri í Sundi.
Dyggastu kappingina hevur Sundabáturin í summar fingið frá Jarnbardi. Hesa ferð fekk Jarnbardur góðan start. Men tað var Lómur, sum fekk besta startin. Jarnbardur legði seg skjótt á odda, og tá ið hálvur teinurin var rógvin, og bátarnir vóru komnir inn um Molahøvdið, tóktist tað sum um, at Jarnbardur við rimmar tøkum legði seg eina hálva bátslongd framum hinar. Strálan, sum hevur lýst meiri seinastu ferðirnar, enn hon gjørdi nógvu tær fyrru ferðirnar í summar, var nummar tvey, og so vóru tað Gongurólvur og Sundabáturin.
So var tað, at Sundabáturin fór undir eyðkenda spurtin. Teir fóru at títta eitt sindur frammanundan, at hinir fóru tað, og tað munaði.
Tá ið tað restaðu fimti metrar, høvdu teir tikið seg so mikið fram, at teir lógu stavn um stavn við Jarnbard. Og enn eina ferð vísti tað seg á seinastu fjórðings hundrað metrunum, at tað vóru sundamenn, sum vóru drúgvastir og treiskastir. Teir tóku Jarnbard, men á málinm var tað tepurt. Sundabáturin var ein lítlan skut frammanfyri Jarnbard.
Ungu rógvararnir umborð á Gongurólvi høvdu sett nøsina upp eftir at vinna heiðursmerki í heimasjógvi á Ólavsøku. Tað eydnaðist teimum ikki. Men tað restaði so lítið í, sum tað næstan ikki kann hugsast skal bera til. Strandingar og Strálan komu á mál í tíðini 4.28.21, og Gongurólvur kom á mál í tíðini 4.28.21!!