Men sergreinarnar eru ongantíð góðkendar av landsstýrismanninum í heilsumálum, sum sjúkrahúslógin annars ásetir. Í grein 2, stk. 3 stendur: “Við øll sjúkrahúsini kunnu setast á stovn sergreinar eftir góðkenning frá landsstýrismanninum.”
Spurdur, um hann heldur ta støðuna vera nøktandi, sigur Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri:
- Tað mást tú spyrja landsstýrismannin um.
Tað gera vit so, men fyri Karstin Hansen, heilsumálaráðharra, er tað púra nýtt, at sergreinarnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi ongantíð eru góðkendar.
- Báðir vóru byrjaðir har, áðrenn eg bleiv landsstýrismaður, og eg eri ikki vorðin varugur við, at nøkur góðkenning møguliga vantar. Nú fari eg at kanna hesi viðurskiftini, tí sjálvandi skal tað formliga vera í lagi og virksemið á sjúkrahúsunum fylgja lógini, sigur hann.
(Mynd, Suðuroyar Sjúkrahús)Suðuroyar Sjúkrahús bjóðar serviðgerð í hjartasjúkum og serskurðviðgerð í urologiskum sjúkum, men sergreinarnar eru ongantíð góðkendar av heilsumálaráðharranum, sum lógin krevur.