Sergio Aguero skaddur í sigri

Manchester City er fyribils oddalið. eftir hendinga- og málríkt umfar í Premier League í dag

Fimm av seks dystum í dagsins Premier League umfari eru spældir. Manchester City er fyribils oddalið, meðan kreppan í Newcastle stendur við.

 

Manchester City megnaði at reisa seg, eftir at teir hava tapt fyri bæði Liverpool og Juventus farnu vikuna. Teir vunnu 3-1 á Southampton. Við sigrinum hava teir lagt seg á odda, men kunnu blíva yvirhálaði av Leicester ella Manchester United, sum møtast seinni í kvøld.

 

Fyri Manchester City kom tað illa við, at stjørnuáleyparin, Sergio Aguero, fór av vøllinum við skaða. Hann er fyrstaval í álopinum, men hevur seinnu árini havt trupulleikar við skaðum. Hesa ferð tók hann sær til øklarnar, tá hann lat seg útskifta.

 

Newcastle í kreppu

Tað kundi eins væl staðið Aston Villa í kreppu, tí bæði feløgini eru undir niðurflytingarstrikuni, og tapu í dag. Newcastle tapti ikki minni enn 5-1 fyri Crystal Palace, meðan Aston Villa á heimavølli tapti fyri uppflytarunum úr Watford.

 

Triðja liðið undir niðurflytingarstrikuni er Bournemouth. Teir spældi málríkan javnleik móti Everton. Endaliga úrslitið bleiv 3-3. Everton legði seg á odda 3-2 seks minuttir inn í yvirtíðina. Tá mundu tey flestu halda, at Everton hevði vunnið, men tveir minuttir seinni – átta minuttir inn í yvirtíða – javnaði Bournemouth.

 

Premier League 14. umfar:

Bournemouth – Everton 3-3

Aston Villa – Watford 2-3

Crystal Palace – Newcastle 5-1

Manchester City – Southampton 3-1

Sunderland – Stoke 2-0

Leicester – Manchester United (17.30)