Tað tók ikki langa tíð, áðrenn argentinski Sergio Agüero aftur sat uttan fyri í ein mánað við skaða.
Agüero var annars júst komin aftur eftir at hava verið úti í fleiri vikur, og móti Tottenham mikukvøldið mátti hann aftur av vølli við skaða.
Tað var stutt áðrenn hálvleik, at Agüero fekk eina fipurspreinging, og læknarnir siga í dag, at roknast má við einum mánað á síðulinjuni.
Hann verður sostatt úti Premier League dystirnar móti Chelsea, Norwich, Sunderland og Stoke. Men Sergio Agüero verður heldur ikki við í FA-Cup dystinum 15. februar móti Chelsea, og móti Barcelona í 16. parts finaluni í Champions League tríggjar dagar seinni.
Hetta kemur sjálvandi illa við hjá Manchester City, sum í dag liggur á odda í Premier League, eitt stig framman fyri Arsenal.