Ein av teimum, sum ikki hevði frí skírisdag, var Sergey Lutov, sum er agentur hjá Faroe Agency. Hann var á Skála og avgreiddi Port State Control-skjøl hjá russiska skipinum, Admiral Shabalin. Fiskiveiðieftirlitið sigur á síni heimasíðu, at Admiral Shabalin skuldi umskipa svartkjaft við Kapitan Telov, sum eisini lá á Skála.
- Port State Control-skjalið, vanliga nevnt PSC, gevur skipinum loyvi at umskipa. Men fyrst mugu myndugleikarnir uppí, sigur eftirlitið.
Lagt verður aftrat, at mannagongdin við slikum er henda:
Fiskiskipið sendir PSC-skjalið til Port State myndugleikan - í hesum føri Fiskiveiðieftirlitið. Vit senda síðan PSC-skjalið til Flag State, sum í hesum førinum er Rusland.
Russisku myndugleikarnir skulu síðani váttað fylgjandi:
1. At fiskiskipið, sum sigur seg hava fiskað fiskin, hevur nóg stóra kvotu til landaðan fisk og fiskasløg.
2. At nøgdirnar umborð eru fráboðaðar á rættan hátt, havandi í huga tey frávik, sum kunnu vera í eini veiðifráboðan.
3. At fiskiskipið hevur loyvi at fiska í økinum.
4. At VMS (satelitturin) skrásetingin váttar, at skipið hevur verið í økinum.
Fiskiveiðieftirlitið sigur, at tá russisku myndugleikarnir hava váttað fylgjandi, verður skjalið sent aftur til Fiskiveiðieftirlitið í Føroyum, sum síðani gevur endaligt loyvi til umskiping.
- Endaliga skjalið verður síðani sent til NEAFC (North East Atlantic Fisheries Commission) í London, sum leggur tað á heimasíðuna hjá teimum, so allir eftirlitsmyndugleikar, sum hava limaskap í NEAFC, kunnu síggja tað, sigur Fiskiveiðieftirlitið í kunning á síni heimasíðu.