Serfrøðingur: Flogfarið brotnaði í luftini

Frástøðan millum vraklutir og lík úr flogfarinum, sum datt niður í Sinai, bendir á, at flogfarið er brotnað í luftini

Frástøðan millum vraklutir og lík úr flogfarinum, sum datt niður í Sinai, bendir á, at flogfarið er brotnað í luftini.

 

Vraklutir av niðurdotna Airbus A-321, sum í dag datt niður yvir Sinahálvoynni í Egyptalandi, liggja spjaddir yvir eitt økið upp á fimm kilometrar í tvørmáti í egyptisku oyðimørkini.

 

Tíðindastovan Ritzau skrivar, at hetta bendir á, at flogarið er brotnað høgt uppi í luftini. Tað sigur Paul Humle Harrison, sum er formaður fyri Ingeniørforeningens Flyvetekniske Selskab, IDA FLY, við tíðindastovuna.

 

– Vanliga síggja vit eitt vrak, sum liggur á jørðini við teimum deyðu lutvíst tætt við vrakið. Ofta síggjast eisini sporini, har flogfarið hevur grivið seg gjøgnum lendið. Men hesaferð er langt millum vraklutirnar. Tað bendir á, at flogfarið er brotnað uppi í luftini, sigur hann.

 

– Um vraklutirnir liggja spjaddir við stórari frástøðu, so er flogfarið brotnað høgt uppi og dottið niður í fleiri lutum.

 

Sambært trygdarkeldum í Egyptalandi hevur flogfarið rakt jørðina loddrætt, og tað hevur elvt til, at eldur er komin í stórar partar av flogfarinum.

 

Paul Humle Harrison heldur ikki, at tað ber til við teimum upplýsingum um hædd og ferð, sum hann hevur frætt um higartil, kann koma við einum boðið uppá, hví flogfarið er dottið niður.

 

Út frá tí, sum tey vita, og sum Poul Humle Harrison hevur havt atgongd til, bendir alt á, at onkur trupulleiki hevur verið, sum flogskipararnir hava varnast.

 

Tað sigur hann, tí flogskipararnir bóðu um at sleppa at lenda í nærmastu floghavn.

 

– Harvið eru tey vitandi um, at har vóru trupulleikar, sum vóru so álvarsamir, at teir ikki kundu flúgva víðari, sigur hann við Ritzau.

 

Niðanfyri síggjast fleiri myndir av vraklutum, bjargingarfólki og syrgjandi næstrinum frá Polfoto