Klokkan 17 fríggjadagin letur ein serframsýning hjá Titu Vinther upp í Listaskálanum og hon er opin til 21. juli.
Tita Vinther er útbúgvin vevari við ull sum tilfari.
- Hon er ein sera dugnaligur handverkari, sum setur stór krøv til arbeiðið, bæði tá ið hon velur tilfar, brúkar litir, setiir saman, umframt til teknisku dygdina, sigur Listaskálin.
- Hon fer út um mørkini fyri vanligari veving og hevur víðkað og ment síni arbeiði til sermerkt listaverk, verður lagt afturat.
Eitt nú hevur hon evnað list burtur úr tilfari, sum hava verið óvanlig í føroyskari veving, eitt nú rossatagli, menniskjahári, kopartráði, og tað er eisini galdandi fyri umskifti frá tvídimensionalari veving til fleirdimensional skulpturell verk og installatiónir.
Listasavnið gevur eisini út bók um Titu Vinther, sum skrivað av dr.art. Anne-Kari Skarðhamar, dr. art, hevur skrivað og tað er eisini Anne-Kari Skarðhamar, ið setur framsýningina