Ólavsøkudag ber landsstýrismaðurin sum vanligt uppskot til broyting í lóg um vinnuligan fiskiskap í Løgtingið. Talið á fiskidøgum skal ásetast, og stendur tað til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, skal einki gerast við verandi fiskidagatal. Tað er einki minni enn ein sogarleikur fyri serliga toska- og hýsustovnin, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni. Serliga, tá hugsað verður um, at meira enn ein triðingur av fiskidøgunum ikki eru brúktir, síðani seinastu áseting.
-Hetta er ein gyltur møguleiki at skerja fiskidagatalið; í hvussu so er eina tíð, sigur Eilif Gaard við Portalin.
Havstovan hevur tvey tilmælir í sambandi við uppskotið hjá Jacob Vestergaard. Fyri tað fyrsta, verður mælt til at parkera teir dagar, sum ikki blivu brúktir í fjør. Teir vóru sum sagt ein góður triðingur. Harafturat verður mælt til at minka veiðutrýstið tað vil siga dagatali í teimum skipabólkum, sum veiða tosk og hýsu, við 30 prosent.
-Tá so stovnarnir eru komnir betur fyri seg, kann dagatalið veksa aftur, sigur Eilif Gaard.
At støðan er hættislig við toskinum og hýsuni, vísa seinastu kanningarnar greitt. Havstovan hevur roknað seg fram til, at stovnarnir samanlagt ikki eru størri enn tað, sum Føroyar vanliga veiða eitt einstakt miðal fiskiár. Í løtuni er tað serliga toskur og hýsa frá 2008 og eitt sindur frá 2009, sum verða veidd, og tilgongdin aftaná tað, er lítil.
ICES MÆLIR TIL ENN STØRRI MINKING
Altjóða tilmælini hjá ICES, tá tað snýr seg um tosk og hýsu, eru ein minking í veiðuni upp á ikki færri enn 69%. Havstovan mælir altso til eina minking upp á í minsta lagi 30%, meðan Jacob Vestergaard heldur, at veiðumøguleikarnir skulu vera óbroyttir.
Mynd: Eilif Gaard, privat. Við loyvi.