Útbrotið hjá íslendska gosfjallinum undir jøklinum, Eyjafjallajøkull, endar ikki fyribils, meta serfrøðingar.
Tað er í øllum førum metingin hjá einum norskum og donskum serfrøðingi í gosfjallafrøði. Reidar Trønnes, gosfjallafrøðingur, sigur at tað ikki er sannlíkt, at útbrotið fer at vara minni enn ein mánaða.
-Hinvegin kann tað henda, at gosfjallið ikki hvílur fyrr enn um fleiri mánaðar, leggur Reidar Trønnes afturat.
Danski gosfjallaserfrøðingurin, Henning Andersen, er samdur.
-Beint nú vaksur útbrotið, sigur hann.