Serfrøðingar vónbrotnir av løgmanni

Stjórnarskipanarlógin: At løgmaður avtók Stjórnarskipanarnevndina, eftir at álit um Stjórnarskipan Føroya varð handað honum undan jólum í fjør, var eitt vónbrot fyri limirnar í Stjórnarskipanarnevndini. Saman við andstøðuni var teirra ynski heldur at umskipa nevndina til ein ráðgevandi stjórnardepil, so serfrøðin kundi varðveitast og arbeiðið halda fram. Men løgmaður var ikki áhugaður og sigur, at ein stjórnardepil ongantíð var ætlanin. Til mikla ónøgd fyri serfrøðingabólkin í nevndini

Lógvabrestirnir rungaðu og andlitini vóru smílandi, tá formaðurin í Stjórnarskipanarnevndini, Jóan Pauli Joensen, tann 18. desember í fjør handaði løgmanni álit um Stjórnarskipan Føroya, sum eisini innihelt uppskot um nýggja føroyska stjórnarskipanarlóg. Handanin fór fram sjey ár eftir, at fullveldissamgongan setti nevndina á stovn í 1999. Tá æt hon Grundlógarnevndin og skuldi – sum partur av fullveldisætlanunum – útvega føroyingum egna føroyska grundlóg.
Men undan endaligu handanini hevði Stjórnarskipanarnevndin mælt løgmanni til ikki at avtaka nevndina. Heldur vildu serfrøðingarnir í nevndini umskipa nevndina til ein sonevndan stjórnardepil undir Fróðskaparsetri Føroya. Ein depil, <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$“ið hevur sum endamál framhaldandi at kunna um stjórnarskipanararbeiðið, tillaga stjórnarskipanarlógina og taka upp gransking í stýris- og stjórnarskipanarspurningum í síni heild”, sum tað stendur í brævi frá nevndini til Løgmansskrivstovuna.
 
Eingin áhugi í depli
Serfrøðingabólkurin í Stjórnarskipanarnevndini bjóðaði seg við øðrum orðum til at samskipa ein ráðgevandi stovn og fáa í lag eitt formligt forum fyri tí serfrøði og innliti, nevndin hevur bygt upp, síðani hon varð sett á stovn í 1999.
Men løgmaður vendi tummilin niðureftir, og nevndin varð avtikin tann 1. januar 2007. Til mikla ónøgd fyri teir serfrøðingar, sum manna nevndina.
Stjórnarskipanaruppskotið liggur nú á Løgmansskrivstovuni og skal í næstum í eina sonevnda grein 25 nevnd, sum verður mannað av tíggju umboðum úr øllum flokkunum. Grein 25 nevndin skal viðgera uppskotið, sum síðani skal leggjast fyri tingið sum lógaruppskot, áðrenn fólkaatkvøða verður um nýggja føroyska stjórnarskipan. Løgmaður sigur, at málið ikki verður avgreitt í hesum valskeiði.
 
Vónbrot
- Persónliga var eg skuffaður av, at eingin áhugi var fyri einum depli, sum framhaldandi kundi arbeitt við stjórnarskipanarviðurskiftum og verið ein ráðgevandi stovnur hjá politiska myndugleikanum. Tann serfrøði, vit hava bygt upp síðani 1999, kann fara fyri skeytið, tá vit ikki hava nakað forum fyri hesi vitan longur, sigur Jóan Pauli Joensen, formaður í Stjórnarskipanarnevndini síðani 1999 og rektari á Fróðskaparsetri Føroya.
                      Sambært Jóan Paula var tað eitt stórt mistak at avtaka nevndina, bert tí álitið um Stjórnarskipan Føroya nú er handað løgmanni.
- Langt er eftir á mál, og arbeiðið við nýggjari føroyskari stjórnarskipan er eitt tað størsta politiska málið í nýggjari tíð. Tí er tað merkisvert, at løgmaður avtók nevndina, hóast vit bjóðaðu okkum til at halda fram sum ráðgevandi instansur, heldur Jóan Pauli Joensen.
                      Rúni Rasmussen, stjórnmálafrøðingur og skrivari í Stjórnarskipanarnevndini síðani august 2005, er eisini vónbrotin um avgerðina.
- Har vóru ongar ítøkiligar grundgevingar, men bert greið signalir um vantandi áhuga. Eg skilji ikki, at samgongan ikki hevur viljan til at gagnnýta ekspertisuna í einum nýggjum depli, sum er bygd upp í Stjórnarskipanarnevndini gjøgnum árini, sigur Rúni Rasmussen.
                      Og Bárður Larsen, løgfrøðingur og limur í Stjórnarskipanarnevndini síðani 2002, undrast somuleiðis á avgerðina.
                      - Tann serfrøði og tað tilfar, nevndin eftirhondini rúmar, hoyrir heima í einum akademiskum umhvørvi og ikki á Løgmansskrivstovuni, har álitið um Stjórnarskipan Føroya nú liggur. Alt tað tilfar, Stjórnarskipanarnevndin hevur savnað saman, liggur nú og støvast í onkrum posum uppi á loftinum á Løgmansskrivstovuni, sigur Bárður Larsen.
                      Bárður vísir á, at í øllum londum kring okkum eru akademiskir deplar og stovnar við hollum ráðgevingarførleika, sum granska í stjórnarviðurskiftum, og at vit sjálvsagt áttu at havt ein slíkan í Føroyum eisini.
 
Andstøðan vil hava depil
Høgni Hoydal, andstøðuleiðari og formaður Tjóðveldisfloksins, er samdur við atfinningunum hjá limunum í Stjórnarskipanarnevndini. Hann sigur seg ferð eftir ferð hava heitt á løgmann um at varðveita serfrøðina í einum depli, tí arbeiðið at útvega føroyingum egna stjórnarskipan er als ikki liðugt.
                      - Hetta snýr seg um eina nýggja føroyska stjórnarskipan, og tað krevur nógv meiri arbeiði og serfrøði, enn løgmaður leggur upp til við at avtaka nevndina. Tí átti nevndin at verðið umskipað til ein depil, so serfrøðin framvegis varð savnað og kundi ráðgivið politiska myndugleikanum í stjórnarskipanarviðurskiftum, metir Høgni Hoydal.
Limir í Stjórnarskipanarnevndini og andstøðuleiðarin eru eisini ónøgdir um, at einki er hent, síðani uppskotið varð handað løgmanni undan jólum í fjør. Rúni Rasmussen vísir á, at uppskotið átti at verðið borið niðan í tingið sum lógaruppskot í verandi líki, tí politisk umboð úr øllum flokkum hava sitið í nevndini og havt allar møguleikar fyri at loysa tær politisku ósemjur, sum hava verið á leiðini.
Men í staðin verður málið nú koyrt í eina grein 25 nevnd, sum aftur skal viðgera málið og koma við nýggjum tilmælum. Høgni Hoydal fýlist á, at løgmaður ikki hevur borið skjótari at.
                      - Allir floksformenninir vóru í februar samdir um, at uppskotið skuldi leggjast fyri tingið sum lógaruppskot, men av eini ella aðrari orsøk er málið enn ikki komið í tingið, hóast vit nú nærkast mei mánaði. Og tá tingið fer heim longu 3. mei, verður lítið og einki gjørt í hesi tingsetuni, sigur Høgni Hoydal.
 
Løgmaður vísir øllum aftur
Jóannes Eidesgaard løgmaður vísir atfinningunum aftur og sigur, at tað ongantíð var meiningin at stovnseta nýggjan stjórnardepil. Stjórnarskipanararbeiðið hevur verið í gongd síðani 1999, og sambært løgmanni eru tær ósemjur, sum nú skulu beinast av vegnum, politiskar og skulu tí loysast politiskt í eini grein 25 nevnd. Men hevði tað ikki verið ynskiligt at varðveitt serfrøðina í einum formellum forumi við einum depli, sum politiski myndugleikin kundi gagnnýtt framyvir?
                      - At Stjórnarskipanarnevndin nú er avtikin, merkir ikki, at serfrøðin fer fyri skeytið. Tað tilfar, nevndin hevur framleitt, er intakt í Tinganesi og útgerð grundarlagið fyri tí politiska arbeiði, sum nú stendur fyri framman. Politiski myndugleikin kann jú altíð heita á serfrøðina, sum hevur myndað Stjórnarskipanarnevndina, metir Jóannes Eidesgaard.
                      Og viðvíkjandi sjálvari gongdini sigur løgmaður, at hann ikki kann leggja uppskot um stjórnarskipan fyri tingið sum lógaruppskot, so leingi sum politisk semja ikki valdar.
                      - Við í handanini vóru jú eisini minnilutaálit, og tað eru framvegis politiskar ósemjur, sum nú skulu loysast í eini grein 25 nevnd í løgtingsregi. Um arbeiðið gongur sum ætlað, kann eitt lógaruppskot um Stjórnarskipan Føroya vónandi leggjast fyri tingið í heyst, sigur løgmaður.
 
------------------
 
Fakta:
 
Grundlógarnevndin varð <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$stovnað í 1999 við endamálinum at útvega føroyingum egna grundlóg. Eftir valið tann 20. januar 2004, tá nýggja ABC-samgongan tók við, varð nevndin <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$umskipað til eina <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stjórnarskipanarnevnd. Nevndin varð <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$avtikin tann 1. januar 2007, eftir at <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$álit um Stjórnarskipan Føroya varð handað løgmanni tann <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$18. desember 2006.
 
Serfrøðingabólkurin í Stjórnarskipan Føroya sá soleiðis út, tá nevndin varð avtikin:
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Jóan Pauli Joensen, formaður. Kári á Rógvi, næstformaður. Rúni Rasmussen, skrivari. Bárður Larsen, Jóannes Hansen, Ingibjørg Berg, Gurið Ann Joensen, Herluf Sigvaldssen, Birita L. Poulsen og Birita Lamhauge Jóansdóttir
 
Politisku umboðini í nevndini vóru hesi: 
 
Fólkaflokkurin: Anfinn Kallsberg, Poul Michelsen og Jacob Vestergaard.
Javnaðarflokkurin: Jóannes Eidesgaard, John Johannesen, Kristian Magnussen.
Tjóðveldisflokkurin: Høgni Hoydal, Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk
Sambandsflokkurin: Edmund Joensen, Bárður Nielsen, Lisbeth L. Petersen.
Miðflokkurin: Jenis av Rana
Sjálvstýrisflokkurin: Dánial Petur Hansen