Føroyska rossið er við at doyggja út. Tað siga tey í Felagnum Føroyskt Ross, sum hevur til endamáls av varðveita hetta serliga rossaslagið. Og nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri í ár, heitir felagið staðiliga á Løgtingið um at taka stig til at bjarga føroyska rossinum.
Tað er nú, vit hava møguleikan, siga tey. Tey leggja afturat, at verður einki gjørt, fer føroyska rossið at doyggja út - spurningurin er bara akkurát nær tað verður.
Fyri at eitt djóraslag ikki skal sleppa úr vandanum fyri at doygga út, skulu tað vera minst 300 kvenndjór. Men tað eru bara einar 25 ryssur av føroyska rossinum, so støðan er hættislig.
Á fíggjarlógini fær felagið 100.000 krónur til arbeiðið, umframt at Búnaðarstovan fær 250.000 krónur til arbeiðið at varðveita føroyska rossið.
Men tey siga, at tað skal meiri til, tí størsti trupulleikin er at finna eigarar til rossini, tí Føroyar eru so lítlar. Tískil hevði tað bøtt munandi um støðuna, hevði tað borið til at útflutt føroysk ross.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at til tað krevst, at ein løgfrøðingur verður settur í starv ið einans skal taka sær av útflutningsmálinum av føroyskum rossum.
Samstundis vilja tey í Felagnum Føroysk ross, at ein greðingamiðstøð verður rikin á Búnaðarstovuni. Tað er krevur serligar umstøður til at hava greðingar og Tí er tað møtimikið hjá privatum borgarum í Føroyum at lyfta uppgávuna sjálvir.
Sum støðan er nú, hendur tað, at greðingar verða geldir, avlívaðir ella standa óbrúktir – og tað er ein stórur missur, sigur felagið.










