Serføroyskt stavrað?

Ólavur Hátún
---

Heilt frá tí, at útlendingar í 1840-árunum løgdu seg útí, hvussu vit skuldu stava okk­ara móðurmál, hevur tann hugburður verið darv­andi fyri natúrligu mál­menn­ing­ina, at okkara málsligi ver­u­leiki ikki skuldi kunna við­ur­kennast sum fullførur, men mátti snikkast til við ymsum á­tøkum.
Tað nýggjasta er hetta, at c, q, w, x og z skulu rekast bur­t­ur úr tí stavrað, sum alt tað tilkomna fólkið hevur í sínum hugaheimi, og tað er tað nýggja Málráðið, sum nú hevur lagt harðliga út til hesa broyting.
Hugaligt var tað, tá lands­stýris­mað­ur­in í mentamálum Bjørn Kalsø tók stig til at fáa sett eitt fjølment mál­ráð um­boðandi ymisk sjón­ar­mið, sum millum ár og dag hava verið frammi um okkara máls­ligu viðurskiftir. Men lítið batar tað, um skip­an­ar­­lagið hjá nevndini ikki er demo­­kratiskt. Við tí innliti, sum vit m.a. av samrøðu í Sosi­al­inum herfyri við Jon­­hard Mikk­elsen hava fingið um ta støð­una, er orsøk til iva. Av teim 11 ráðs­limu­num mynda teir 5 eina starvs­nevnd, sum sí­n­á­millum viðger aktuel mál, tek­ur støðu og leggur kós til loysnir, áðrenn hini 6 – teirra millum tveir av okkara fremstu ling­vistum - koma til orða og frá byrjan fáa lýst sína sann­føring og tilráðing.
Sera ynskiligt er tað tí, at landsstýrismaðurin end­ur­skoð­ar arbeiðssetningin hjá Mál­ráð­num, um vit skulu kunna hava álit á ráðnum til komandi uppgávur so sum t.d. at taka endaliga støðu til landalæruheitini og onn­ur átrokandi stórmál, eitt nú at endurskoða okkara tor­føru rættskriving, áðrenn hugsað verður um eina stav­s­et­ingar­orðabók, ið sum skilst er á dags­skrá.
Omanfyri nevndu stavir vóru ikki í fornnorrønari stav­­seting, tað vita vit. Men øll mál eru fyri ávirkan utt­an­ífrá og laga seg til nýggjar um­støður, uttan at tey av teirri orsøk eru í vanda fyri at missa fótafesti sum sjálv­støð­ug mál. Sjálvandi ber tað til at doypa Victor um til Vik­tor - ella kanska Viktur, sum jú sær føriskari út -, lata Carls­son vita, at nú skal hann eita hann Karlsson, skifta Wil­­helm út við Vilhelm og Wilk­in­­son við
Vilkinson. Soleiðis eru tað eis­ini so mong innlænt orð og heit­ir, sum hava fing­ið norrønari dám við bert at nýta upprunaliga stav­a­úr­valið. Men í øðrum førum ber ikki til – sum t.d. at tosa um S-dur í staðin fyri C-dur og at ráða fólki til at fáa sær nóg mikið av s-vitaminum.
Sjálvandi skulu vit røkja okkara mál væl og byggja borð fyri báru, um ágangurin utt­an­í­frá er ov meinur, so­leiðis sum vit komu fyri við danskt­mæltum skúla í næst­an heila øld, og so­leiðis sum tað nú leikar á við enskari ávirkan. Ávís mál­rein­san, purisma, er ikki av tí illa, men vit eiga at ansa okk­um, at vit ikki gerast máls­ligir heimføðingar – kanska í søgubókum fara at lesa um persarakongin Serkses (Xerxes) ella móti sumri at leggja ætlan um at fara suður til Veyls (Wales) at ferðast.
Sum partur av og við støð­ugum ­samskifti við Vest­ur­heimin hava vit bara fyri­mun av, at okkara børn enn sum áður til fulnar læra sítt A-B-C.