Tað gjørdist ikki óvæntað amerikanska Serena Williams sum vann French Open hjá kvinnunum. Hon vann í tveimum settum, 6-4, 6-4, á Mariu Sharapova.
Undan dystinum var russiska Maria Sharapova verandi vinnari av French Open, men hon hevði ikki vunnið á Serenu Williams síðani 2004. Tað bleiv heldur ikki hesaferð.
Serena Williams hevði takið á dystinum og vann finaluna í tveimum settum upp á ein tíma og 46 minuttir. Hetta er 16. ferð, at Serena Williams vinnur eina Grand Slam kapping. Hon hevur ikki tapt í 31 dystir og er tí favorittur at vinna Wimbledon kappingina komandi mánað.
Í morgin verður finalan hjá monnum. Hon verður millum spaniólarnar báðar, Rafael Nadal og David Ferrer.