Serena Williams takkar fyri seg

Tennis: Hon er mest vinnandi spælarin í nýggjari tíð, men við sínum 40 árum nærkast endin á yrkisleiðin

Nógv bendir á, at 40 ára gamla Serena Williams fer at takka fyri seg í tennis í næstum. Hon er mest vinnandi spælarin í nýggjari tíð, og hevur í nógv ár verið ímyndin av altjóða kvinnutennis.

 

Í samrøðu við magasinið Vogue boðar hon frá, at tíðin sum tennisspælari nærkast endanum. Hon ynskir at royna aðrar avbjóðingar, og The Times og CNN halda fyri, at US Open kappingin í september verður seinasta kappingini hjá henni.

 

Serena Williams røkkur ikki somu hæddirnar í dag, sum tá hon var á toppinum. Hon hevur bara vunnið ein tennisdyst í næstan 500 dagar, tí hon hevur sitið uttanfyri við skaða. Við sínum 23 Grand Slam sigrum er hon tann mest vinnandi spælarin í nýggjari tíð. Metið eigur tann í dag 80 ára gamla Margaret Court við 24 sigrum.