Serena Williams bankaði Mariu Sharapova

Serena Williams hevur vunnið OL gull í einmansleiki fyri kvinnur í tennis. Amerikanska Serena Williams vann finaluna í tveimum settum, 6-0, 6-1.

 

Tað var ongantíð nakar ivi um hvør fór at vinna, tí Serena Williams var betri frá fyrsta bólti til seinasta bólt. Maria Sharapova hevði onkrar møguleikar at vinna okkurt “game” afturat, men hvørja ferð svaraði Serena Williams aftur.

 

Tað endaði við, at Serena Williams servaði eina kanón av einum “ace”, sum er tá mótstøðuleikarin ikki megnar at røra við bóltin tá hann kemur yvir um netið.