Serena Williams bót fyri ljótan málburð

Í finaluni í US Open gjørdist Serena Williams í øðini inn á dómaran. Nú er greitt, at tapandi finalisturin fær eina bót á áleið 11.000 krónur fyri siga nøkur ókvæmis orð við høvðusdómaran.

 

Tað skriva fleiri bløð í Amerika í dag. Tað vakti stóran ans, tá Serena Williams mitt í finaluni gjørdist í øðini. Orsøkin var, at hon áðrenn bólturin var vunnið rópti “Come on” eftir mótstøðuleikarinum. Tað verður mett sum vánaligur ítróttarandi og tí gav dómarin bóltin ella stigið til Samantha Stosur úr Avstralia, sum eisini vann finaluna.

 

Undir greinini er er eitt sjónbandabrot, ið er eitt tíðindainnslag um hendingina á ABC News.